top of page

Tað svarta holið í føroyskum politikki

  • Forfatters billede: Høgni í Jákupsstovu
    Høgni í Jákupsstovu
  • 13. mar.
  • 3 min læsning



Onki sleppur úr einum svørtum holi, sigst. Sjálvt ikki ljósið. Tað svarta holið í føroyskum politikki er eitt sindur øðrvísi. Tí tað svarta holið í føroyskum politikki hevur miðsavnað seg um einans at halda aftur alt vit og skil, meðan tað sleppur øllum lygnum, populistiskum pástandum og dreymasjónum leysum.


Fremsta uppgávan hjá einum fólkavaldum politikara, hjá Løgtingi og Landsstýri er umvegis sítt mandat at fremja sín politikk. Demokratiska skipanin hjá okkum leggur tískil upp til, at ein samgonga millum flokkar gongur saman um at fremja sín politikk. Íbygt í skipanina er, at har so er ein minniluti, sum hevur til uppgávu at trýstroyna, avdúka ella forða fyri tí politikki, sum tey jú av givnum grundum ikki taka undir við.


Amerikanarar kalla tað fyri checks and balances og í amerikonsku skipanini eru nógvir fótonglar lagdir inn, við tí eina endamáli at bara vælgrundgivin og gjøgnumarbeidd lógaruppskot gerast lóg. Tað er júst hetta, sum Donald Trump í løtuni roynir at bróta niður.


Í føroyskum politikki síggja vit javnan at mál verða stríðsmál í áratíggju, har skiftandi samgongur royna at broyta málini eftir sínari hugsan. Tað er demokratiskt og irriterandi - akkurát sum tað skal vera.


Men í føroyskum politikki er eitt svart hol. Eitt svart hol, har skipanin ikki riggar. Har øll mótstøða, alt vit og skil og allur sannroyndur veruleiki hvørvur, meðan populistiskar meiningar, skeivar útrokningar og politiskir rossahandlar ótarnaðir sleppa út í almenna rúmið.


Svarta holið til Suðuroyar

Svarta holið er sjálvsagt ætlanin um at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.

Seinasti framløgudagur í Løgtinginum var 7. mars 2025. Millum uppskotini var uppskot um at fara undir undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Í tilgongdini til uppskotið hava allir flokkar í Løgtinginum tikið undir við einum semjuskjalið 8. november 2024.


Á hesum tíðindafundi var semjuskjal undirskrivað hóast ongin váðameting var liðug! Allir fólkavaldir politikarar í Føroyum taka undir við, at farast skal undir at gera ein tunnil til Suðuroyar, sum kostar onkrastaðni millum 4 milliardir krónur og 10 - 12 milliardir krónur.


Fólkavaldu politikararnir hava javnt og samt hugt burtur frá, niðurgjørt og flent eftir útrokningunum hjá Landsverki. Samstundis hava politikararnir tikið pástandirnar frá Tunnilsfelagnum um, at teir kunnu gera tunnil til Suðuroyar fyri stórt sæð sama kostnað per kilometur, sum teir gjørdu Eysturoyartunnilin fyri. (+15%)


Landsverk gjørdi eina kanning í 2021, sum segði at tunnilinn fer at kosta umleið 5,4 milliardir krónur. Tað merkir at í 2025, hevur tunnilsfelagið megnað at gjørt eina kostnaðarmeting, sum er eina milliard lægri enn Landsverk - fýra ár seinni.


Hvat veruligi kostnaðurin verður er torført at siga. Tað er sera nógv sum bendir á, at hátturin fyri kostnaðarmetingina hjá tunnilsfelagnum er tann sami, sum var brúktur til Glasir ella H-Bygningin. Talið skal bara vera so lágt, at arbeiðið kann byrja, so taka vit eykarokningarnar aftaná.


Nær er for nógv for nógv

Stóri trupulleikin við hesum er, at føroyska samfelagið megnar at bera at Glasir fer langt út um kostnað. Vit megnað eisini at bera, at H-bygningurin kostar eina milliard. Men klára vit at bera eina tunnilsverkætlan, sum gongur galið og knappliga kostar 10 milliardir?

Kostnaðarmetingin fyri Fámjinstunnilin var 169 mió krónur, men seinastu tølina siga, at hann kostar 285 mió krónur. Tað er ein øking á 70% í mun til avsettu játtanina eftir kostnaðarmetingini.


Tað er okkurt, sum bendir á, at økið har Suðuroyartunnilin skal ígjøgnum minnir um lendið har Fámjinstunnilin er. Um Suðuroyartunnilin hækkar 70%, so tosa vit um onnur tøl:


• Tunnilsfelagið: 4,5 mia krónur + 70% er: 7,65 mia krónur

• Landsverk: 5,4 mia krónur + 70% er: 9,18 mia krónur



Bardagin um tølini er veruliga svarta holið

Tað hevur sjálvandi týdning um ein tunnil til Suðuroyar kostar 4,5 mia krónur ella slakar 10 mia krónur. Og tí hevur tað verið ein harður bardagi um hesi tølini øll árini tosað hevur verið um Suðuroyartunnilin.


Tann, sum hevur dittað sær at sett spurnartekin við absolutt lægstu kostnaðarmetingina er vorðin útspiltur og settur uttanfyri ávirkan. Tí tølini hava alt at siga í einari politiskari kabal, sum skal ganga upp. Bara tvey tey grellastu dømini eru at báðir serfrøðingastovnarnir í Føroyum eru settir uttanfyri. Landsbankin og Landsverk.


Men tað sum er stóri trupulleikin er, at bæði samgonga og andstøða arbeiða saman fyri at greiða Føroya fólki frá, at ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar kostar næstan onki og verður "faktiskt eitt íkast til føroyska búskapin".


Um politikararnir tóku serfrøðina í álvara, tóku váðarnar í álvara og ikki løgdu fram tað mest optimistisku kostnaðarmetingina, sum yvirhøvur ber til, so høvdu ávaringarljósini ikki blunkað so bjart.


Men beint nú er støðan tann, at øll politiska skipanin er farin saman um at tveita 5-6 milliardir á reytt. Ongin veit, hvat hendir um kúlan steðgar á svørtum.

Ein avleiðing av, at Suðuroyartunnilin kostar meira enn dreymaprísin, kann vera at landið ikki hevur ráð til aðrar íløgur í nógv, nógv ár.

So skilur man kanska betur, hví eigararnir í Articon cashaðu út beint nú, ha?

 
 
 

Commentaires


bottom of page