Eitt tíðindaskriv, sum gjørdi støðuna enn verri á Landssjúkrahúsinum
- Høgni í Jákupsstovu
- 20. nov. 2024
- 3 min læsning
Opdateret: 13. mar.

Seinastu vikurnar hevur Frihedsbrevet í einari langari røð av greinum avdúkað at kynsligur ágangur ikki verður tikin í álvara á Landssjúkrahúsinum. Við navngivnum keldum, við ónavngivnum keldum, almennum innliti og góðum gamaldags journalistikki hevur Frihedsbrevet sligið fast við sjeytumma seymi, at Landssjúkrahúsið á ongan hátt hevur tikið málið í nóg stórum álvara.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur staðiliga víst øllum málinum frá sær og víst á, at tey hava eina vælvirkandi skipan, sum tekur sær av júst slíkum málum. Men sum Frihedsbrevet eisini hevur avdúkað, so hevur leiðslan verið noydd til at rudda upp í egnum svansi, so hvørt sum Frihedsbrevet hevur avdúkað innantómu uppáhaldini hjá stjóranum.
Tað er væl skilligt, tað er ikki tað. Tað er nokso óbehagiligt at Frihedsbrevet skal grava í skitnu undirklæðunum á LS. So vit skilja menniskjaligu reaktiónina, at vísa øllum frá sær. Kanska søgurnar blíva burtur.
Men sjálvandi gera tær ikki tað. Tí tað er einki betur hjá einum journalisti enn ein stjóri, sum noktar at fyrihalda seg til egið svans. Tí nú fer málið upp eftir álvarsemisstiganum. Nú broytir søgan skap frá at verða ein avdúking um sexchikanu, til eitt cover-up.
Sum orsøk til tær flestu sjálvgjørdu samskiftiskreppurnar finna vit aloftast enska hugtakið:
It's not the crime. It's the cover-up.
Altso, tað er ikki upprunaliga problemið, sum fær lessið at koppa, men tað er royndin at dekka út yvir málið, sum veruliga kostar.
Fyrstu alarmklokkurnar ringdu beinanvegin, tá Frihedsbrevet greiðir frá at leiðslan vísir trupulleikan frá sær. Alarmklokkurnar ringja enn harðari, tá leiðslan síðani noktar at tosa við Frihedsbrevet.
Søgurnar verða bara fleiri og fleiri, men LS heldur krampaktiga fast um egnan veruleika.
Og tá LS í dag, so kemur við einum forkølaðum tíðindaskrivi, sum peikar í allar ættir, so verður sligið fast við sjeytumma seymi, at LS á ongan hátt tekur málið alvorligt.
Steinar Eirikstoft tekur í egnan barm, men hann ikki strekkja seg longur enn, at teirra nøktandi skipan kann betrast. Og so koma allar undanførslurnar.
· Tað er ójavni í miðlaumrøðuni
· Leiðslan fær lutfalsliga fáar fráboðanir
· Miðlaumrøðan skeiklað
· Tað er synd í Starvsfólkadeildini
· Tá málið byrjaði vistu vit av ongum. Tað passar!
Tað er ein meginregla í samskiftisráðgeving, at hevur tú gjørt nakað alvorligt lort, so mást tú leggja teg flatan og biðja um umbering og lova bót og bata. Men tú mást meina umberingina av einum heilum hjarta. Ein lunkað umbering ger bara støðuna verri.
Og tað er har vit eru í dag. Tí við tíðindaskrivinum velir stjórin á Landssjúkrahúsinum at royna at verja seg sjálvan, sína egnu nøktandi skipan og sínar nærmastu leiðarar, samstundis sum hann tveitir øll tey, sum hava sagt sína søgu í Frihedsbrevet undir bussin.
Tí líka mikið hvussu ofta vit lesa tíðindaskrivið, so er torført at síggja at leiðslan á LS er vaknað. Leysar orðingar um betringar, lunkaðar útsagnir um at taka í egnan barm og hyllavøru útsagnir um at øll mugu kunna kenna seg trygg og at alt má vera reglufast.
Men krúnan á verkinum er hesin setningurin:
"- Møguliga ræður ein mentan, har starvsfólk ikki ynskja at boða frá, og samstundis mugu vit sum leiðsla seta størri krøv til okkara leiðarar, at fráboðanir fara fram á rættan hátt, so málini kunnu handfarast so rætt og so skjótt sum til ber, sigur Steinar Eirikstoft. "
Hvat merkir hesin setningurin? Hvat vil Steinar Eirikstoft at vita skulu sita eftir við? At tey kundu einki gera, tí møguliga ræður ein mentan har starvsfólk ynskja at boða frá?
Tað trýr fanin, at fólk ikki hava hug at boða frá til Steinar og hansara nøktandi skipan. Tað hevur Frihedsbrevet dokumentera, at tað fær man einki burturúr.
Og tað skulu starvsfólkini eftir øllum at døma ikki vænta fer at broytast.
Comments