media

Samskifti

Vit veita samskiftisráðgeving til stovnar og fyritøkur, bæði til innanhýsis og uttanhýsis brúk. Vit ráðgeva um fjølmiðlar og atferð í sambandi við fjølmiðlar, veita skeið og sparring, tá tørvur er.

 

Harumframt veita vit tekstframleiðslu á strategiskum støði og á praktiskum støði, so sum starvslýsingar og aðrar tekstir, sum skulu fanga uppmerksemi.

 

Genturnar2

Video og animatión

Kontent framleiðir lýsingar, kunningarfilmar og 3D-animatiónsfilmar.

Vit veita lýsingar til kringvarpið og til sosialu miðlarnar.

Kunningarfilmar verða við góðum úrsliti brúktir internt í fyritøkum til innleiðsludagar, til samskifti við fólk, sum hava ein áhuga í fyritøkuni og til almenningin annars.

3D filmar kunnu við hepnari hond brúkast, tá eitt serstakt fiktivt univers skal skapast.

030519_AV_Kná_Børn_045

Samskipan og sparring

Neyv og kreativ samskipan er av týdningi, tá veitslan, ráðstevnan ella tiltakið annaras skal eydnast. Allir staklutir – og kanska einamest týðarstýringin á pallinum – skulu stýrast við harðari hond, samstundis sum dentur verður lagdur á at skapa nýggjar upplivingar fyri gestir og luttakarar.

Kontent hevur drúgvar royndir í samskipan og tilrættisleggjan av tiltøkum.