top of page

Hvørjum eru vit nú í parti við?

  • Forfatters billede: Høgni í Jákupsstovu
    Høgni í Jákupsstovu
  • 13. mar.
  • 3 min læsning



Síðani Donald Trump aftur tók valdið í USA er heimurin vendur á høvdið. Saman við restini av heiminum hava vit í Føroyum eygleitt, hvussu vesturheimurin, sum vit hava kent hann seinastu 80 árini, við eitt nærum er dottin sundur. Vit eru skelkaði, vit undrast, vit eru óð inn á amerikanarar.


Nú er vit við eitt vorðin evropearar. Vit tosa um at boykotta amerikanskar vørur, tí nú skal tað vera evropeiskt. Vit hava við spenningi fylgt gongdini í Grønlandi eftir at miðlashowið hjá Trump vendi øllum á høvdið. Knappliga eru tað tey í Grønlandi, sum ganga fremst á sjálvsstýrisleið. Og vit sóu, hvussu Mette Frederiksen við eitt vildi deila pallin við Muté B. Egede og hvussu allir heimsins miðlar sendu frá valinum úr Grønlandi.


Men tað tykist sum um tað enn ikki hevur gingið upp fyri okkum, at jørðin er farin at ridla undir okkum eisini.


Seinnu árini hava vit dusað okkum í okkara serliga føroyska "vit taka onga avgerð" veruleika í mun til kríggið í Ukraina og hóttanirnar frá Putin mótvegis okkara evropeisku samstarvsfelagum og ikki minst okkara demokratisku skipanum.


Vit hava tikið undir við tiltøkunum móti Russlandi, men vit hava hildið fast um okkara samstarv við russar. Fiskivinnusamstarvið við Russland hevur verið friðað og russisku skipini hava ótarnaði kunnað ferðast í føroyskum sjóøki og ligið í føroyskum havnum.


Vit hava verið eitt sindur við í átøkunum móti Russlandi og so allíkavæl ikki heilt.


Men tað var ein støða, sum vit kundu hava,tí vit vistu at samstundis so vitjaðu fleiri og fleiri amerikanskir kavbátar í Føroyum og við teimum lá NATO verndin so deiliga flógv omaná okkara brimbardu klettum.


Men hvat nú?

Donald Trump hevur í øllum førum fýra ár eftir í sessinum og heldur hann dampin uppi, so er heimurin munandi broyttur í januar 2029. NATO er at kalla deytt, tí størsti og týdningarmesti limurin í verndarfelagsskapinum er farin at uppføra seg sum tann fúlasti búllin í skúlagarðinum móti øllum sínum gomlu vinum.


Tað merkja tey í Grønlandi, har áhugin úr Amerika fyri tey flestu man kennast sera óunniligur. So óunniligur at danir kanska ikki eru so galnir, hóast alt.


Tað sigst jú, at onki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt. Á evropeiska meginlandinum hevur atburðurin hjá Trump fingið EU at rakna við í so stóran mun at 6000 milliardir eru settar av til vápnadubbing. Og fleiri lond - herundir Danmark - siga seg vilja senda friðarvarðveitandi herlið til Ukraina.


Skelkurin hevur fingið EU at ressast við, leggja gamalt agg til síðis fyri at taka ábyrgdina av egnari trygd og egnari framtíð. í einari ørari tíð, har Donald Trump og hansara fylgisveinar seta øll demokratisk prinsipp til síðis fyri at rudda alla mótstøðu av vegnum í Guds egna landi, er Evropa eftir øllum at døma seinasti demokratiski verjugarðurin.


Danmark er eitt av undangongulondunum í hesi evropeisku vekingartíðini og hevur sett handling aftanfyri føgur orð.


Men hvat við Føroyum?

Um evropeiska uppreisnin skal eydnast, so skulu øll londini taka tungar avgerðir. Felagsskapurin verður trýstur, tí trygd kostar ófatiliga nógvar pengar. Men ein trýstur felagsskapur krevur jú at øll londini taka lut, taka ábyrgd og ganga í takt. Í øllum førum so nøkulunda.


Men kunnu vit av álvara vænta, at EU fer at ansa eftir okkum? Vit sum hava sitið og valt og vrakað í hvønn mun vit vilja verða í parti við demokratiska vesturheiminum fyri at fylla okkara egnu skattakistu?


Vilja vit vera eitt demokratiskt, frælst samfelag so sær tað út til, at vit í dag og í komandi tíðum noyðast at bera okkum at sum eitt. So mugu vit hava sterk sambond við onnur demokratisk fræls samfeløg.


Annars er vandin, at vit enda sum ein "Forward Operating Base" hjá antin USA ella Russlandi í teirra stríði um - ella býti av - heimsins ríkidømi. Spyrja vit Wikipedia hvat ein FOB er, so er svarið at tað er:


"Ein fyribils trygg støð, sum stuðlar undir strategisk mál og taktiskar ætlanir."


Ein felagsnevnari fyri hesar støðir eru at tær hava einki virði, tá strategisku málini og taktisku ætlanirnar eru broyttar. Spyr bara afghanar.


Tíðin er komin at vit taka avgerðir. At vit velja okkara demokratisku samstarvsfelagar fult og heilt.

 
 
 

Comments


bottom of page