Órógva ikki fíggindan, tá hann ger eitt mistak
- Høgni í Jákupsstovu
- 4. jun.
- 7 min læsning

Beinir Johannesen kom inn í føroyskan politikk, sum eitt snarljós av opnum himni, tá hann í 2019 var toppskorari hjá Fólkaflokkinum við 998 atkvøðum. Ungi klaksvíkingurin vísti við valið í 2022 at tær nærum 1000 atkvøðurnar vóru bara byrjanin. Á valinum í 2022 fekk hann 1688 atkvøður - einans 270 atkvøður aftanfyri pápabeiggjan Aksel V. Johannesen.
Veljaratølini hjá Beini Johannesen benda á eitt heilt serligt politiskt begávilsi. Tað er ikki ókent at ungir politikarar fáa nógvar atkvøður, men tað er meiri serligt at ein ungur politikari so skjótt vinnur allan politiska kapitalin í flokki sínum. Tá hann so omaná tað heila hóttir sjálvan Aksel løgmann, so er allur ivi ruddaður av vegnum.
Far í hernað, tá slagið er vunnið
Tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skipaðu landsstýri eftir seinasta val var tað undir heitinum saman eru vit sterk. Samgongukjølum líkt, so skortaði ikki uppá føgur orð og sterkar endamálsorðingar. Búskapurin skuldi gerast haldførur, vælferðartænastur og lønarlyft, skatta- og avgjaldslættar og ein rímiligari bústaðarmarknaður. Kappingarføri, orkuskifti, náttúruvernd og burðardygd og ikki minst vildi samgongan taka ábyrgd í heiminum.
Heimurin broytist skjótt í hesum døgum, men sjálvt uttan Donald Trump, kríggið í Ukraina, 7. oktober og prísvøkstur, so tykist endamálsorðingin hjá samgonguni optimistisk. Nærum allar yvirskriftirnar í samgonguskjalinum eru fongdar við sterkum mótvirkandi kreftum og úrslitið er eisini, at samgongan í stóran mun hevur staðið í stað.
Góðu ráðini hjá Sun Tzu standa nærum í eina langari bíðirøð fyri at gera seg galdandi. Men í hesum førinum, sum góð ráð um, hvat tú ikki skal gera:
· Herleiðarin sum tapur eitt stríð, ger fáar fyrireikingar.
· Alt stríð snýr seg um villeiðing
· Ert tú veikur, mást tú sýnast sterkur og øvugt
· Er fíggindin sterkari, mást tú flyta teg undan
· Ringasta ætlanin av øllum er at leggja á vardar býir
· Tann sum vinnur, veit nær hann skal stríðast og nær hann ikki skal stríðast
· Hann, sum vinnur, fer í hernað, tá slagið er vunnið.
· Osfr...
Politikkur verður sum oftast lýstur av politikkarunum, sum eitt val millum tað ónda og tað góða. Sum eitt val millum umsorgan og náðiloysi, millum svart og hvítt, framburð og afturhald, samband og loysing og høgra og vinstra.
Men veruleikin er, at politikkur snýr seg um at vinna. Politikkur er kríggj - til alla lukku uttan vápn. Hóast Løgtingið og flestu onnur parlament hava fleiri flokkar, fleiri hugsjónir og fleiri endamálsorðingar, so endar tað sum oftast við tveimum bólkum. Teimum sum hava valdið og teimum, sum ikki hava valdið.
Skurðpunktið millum hesar báðar bólkarnar er sum oftast sera greitt og við tí, so enda vit aftur hjá Sun Tzu. Tí talan er í veruleikanum um tveir herar, sum berjast um at vinna eitt stríð. Gamaní, so hevur annar herurin vunnið valið, men tað er fávitskut at halda, at so er stríðið vunnið. Atkvøðurnar á valinum geva vinnandi bólkinum einans rættin til hvíta talvfólkið. Tey, sum sita við svarta fólkinum, hava somu leikir og somu møguleikar.
Og tað er her, at samgongan telvaði seg út av.
Føgru orðini binda. Samgonguskjalið lýsir ætlanir og hugsanir. Eldhugaði landsstýrisfólk runnu út av kantinum, tí tey skiltu ikki at alt er ein bardagi.
Ongin meira enn løgmaður sjálvur, sum stendur á odda fyri einari samgongu við málsetningum, sum kunnu fáa sjálvt royndastu politisku leiðararnar at fáa andaneyð. Hóast greiðu málini í samgonguskjalinum tveitti Aksel V. Johannesen alla sína politisku orku inn í eitt mál, sum verður nevnt einaferð í einum samgonguskjali uppá 4221 orð. Orðið er Suðuroyartunnilin.
" Herleiðarin, sum tapir eitt stríð, ger fáar fyrireikingar."
Aksel V. Johannesen hevur sagt fyri Kringvarpi Føroya, at lógaruppskotið um tunnil til Suðuroyar er uppá meira enn 1000 síður. Tað er hugsandi, at hann við hesum vil vísa, at uppskotið er fullgjørt.
Men veruleikin er júst øvugtur. Tí tær 1000 síðurnar, eru enn eitt dømi um vísdómin hjá Sun Tzu. Tí løgmaður roynir at tykjast sterkur, hóast hann er veikur og tær 1000 síðurnar skulu siga okkum tað.
Hevði Aksel V. Johannesen gjørt nógvar og góðar fyrireikingar, so hevði hann vitað at nú er ikki rætta løtan, at tvinga ein ófyrireikaðan Suðuroyartunnil ígjøgnum. Hann hevði vitað at lyklastovnar landsins vóru ímóti, hann hevði vitað at vinnan var ímóti og hann hevði vitað, at fólkið var ímóti.
Hann hevði eisini vitað, at tað loysir seg ikki at leggja á vardar býir. Tá tú brúkar alla tína orku at berjast móti einum væl vardum býi, so er vandi fyri at, tú kódnar av stríðnum.
Hann hevði eisini vitað, at tað er ein dáragerð at knýta eitt álop á ein vardan bý saman við eitt annað álop á ein vardan bý. At lata seg úr og tengja pensjónsaldurin saman við Suðuroyartunnilinum kann mest av øllum samanberast við eitt frontalt álop móti einum vælvardum fígginda. Tá runnið verður móti kúlunum kennist tað hetjukent, men alt við eitt er kvirt.
Skulu slíkir bardagar vinnast, er tað av alstórum týdningi, at slagið er vunnið frammanundan. Tað var tað ikki.
Tað kostar at sita við leiðsluni
Tað er ein gomul klisje, at tað kostar sita við ábyrgd. Allir vrakaðir politikarar hava løttu umberingina klára og vísa á, at ópopulerar avgerðir kosta. Skulu vit ugga vrakaðu politikararnar, so er tað ein sannroynd at ópopulerar avgerðir, sum vísa seg at vera rættar, hava við sær eitt vakurt eftirmæli. Marita Petersen, Poul Schluter, Thatcher, Reagan eru dømi.
Men tað skal kosta at sita við ábyrgd. Vit fara ikki á val at velja fólk, sum bara skulu taka lættar avgerðir. Vit fara á val at velja fólk at taka rættar avgerðir. Sum oftast eru røttu avgerðirnar ópopulerar hjá onkrum.
Tað er tí, at tað hevur so óvanliga stóran týdning, at tey fólkavaldu vita, at tey eru í einum stríði, og at tey leggja ætlanir samsvarandi. Tí leggur tú ikki ætlanir samsvarandi er stórur vandi fyri, at tú brúkar øll tíni 4 ár uppá at keglast, berjast og trætast heldur enn at vinna og fullføra tínar ætlanir.
Ein onnur gomul klisjé er, at tú skal taka tær ópopuleru avgerðirnar beinanvegin í valskeiðnum, tí so hevur tey seinastu árini, at gera teg populeran aftur. Í einari politiskari lívsleið gevur henda tankagongdin góða meining, tí alt snýr seg um næsta valið.
Men tann beiski veruleikin er, at tann sum dregur hetta svørðið, hevur prógvað at viðkomandi er ikki í fólksins tænastu. Tey eru í egnari tænastu. Valið, tú veit...!
Meðan vit bíða eftir valinum
Veljarakanningar eru áhugaverdar. Hóast vit øll longjast eftir nýggjastu veljarakanningini, sum kann siga okkum, um okkara hugsan er vorðin meiri ella minni populer, so hava tær beinleiðis ávirkan á atburðin hjá politikarunum. Støðan beint nú kundi verið rætta løtan at skriva út val, men tað ber sjálvandi ikki til, tá undirtøkan hjá samgonguflokkunum er so út av lagi vánalig. So tí hava vit eina veingjaskotna samgongu í eitt ár afturat, sum fer at brúka seinasta árið uppá, at royna at reparera sambandið við veljarar sínar.
Tað er jú ein margháttlig støða. Ein samgonga, sum hevur gjørt eitt samgonguskjal, sitið við valdið í trý ár og roynt at ført sín politikk, endar hetta løgtingsárið við at knalla allar bremsur í botn. Stóru málini høvdu ikki undirtøku og í veruleikanum, so hevur samgongan jú heldur ikki undirtøku. Var man í fólksins tænastu, var tað ikki beint nú man legði frá sær?
Tá valini tú hevur gjørt hava víst seg at vera skeiv? Tá tú ikki klárar at telja uppí 17 fyri tíni egnu lógaruppskot? Tá tú hevur satsað títt eftirmæli uppá at fáa ein casinotunnil til Suðuroyar ígjøgnum Løgtingið og tað kiksar? Tá tveir vinstrahallir flokkar hava brent brýr við verkafólkið og onki hava fingið afturfyri? Tá tú veit, at fíggjarlógin næsta ár aftur fer at geva hall?
Tá tú merkir, at sjálvt tíðinafólkini eru líkaglað um tey fáa fatur á tær....?
Tað sum nú hendir er politikkur, tá hann er ringastur. Samgongan heldur fast um valdið í einari desperatari roynd, at venda gongdini. Hvør flokkur fyri seg sjálvan. Næsta árið snýr seg um, at bjarga tí, sum bjargast kann, meðan vit bíða eftir valinum.
Er Beinir hann, sum koma skal?
Nýggjasta veljarakanningin er ómetaliga greið. Javnaðarflokkurin fer í pulvur, meðan hinir samgonguflokkarnir fáa eina buglu. Stóri vinnarin er Fólkaflokkurin, sum fær 11 tingsessir, um veljarakanningin verður vekslað til veruleika.
Men veljarakanningar vera ongantíð vekslaðar til veruleika. Veruleikin kemur altíð í vegin og í tí veruligu verðini, so eru góðar veljarakanningar mest av øllum ein meinbági. Góð tøl hava við sær stórar væntanir og ongin politiskur flokkur ynskir sær stórar væntanir. Serliga ikki áðrenn atkvøðurnar eru sleptar niður í valkassan.
Í veruleikanum er trupla støðan hjá samgonguni ein bági hjá Beini og Fólkaflokkinum, tí nú gekk tað akkurát so væl hjá samgonguni, at oyðileggja alt fyri seg sjálva. Men ringu veljarakanningarnar flyta sjóneykuna yvir á Fólkaflokkin og Beinir Johannesen eitt ár for tíðliga.
Men tað er her vit koma aftur til yvirskriftina. Tí tað, sum Beinir Johannesen hevur dugað serstakliga væl hetta valskeiðið, er ikki at órógva fíggindan, meðan hann ger eitt mistak. Misskil meg ikki, Fólkaflokkurin og Beini Johannesen, hava gjørt vart við Folkaflokkin og tey hava tikið lut í orðaskiftinum.
Tey hava bara ikki órógvað samgonguna í sínum ætlanum. Tí sum Sun Tzu staðfesti fyri túsundavís av árum síðani, so er tað best at lata fíggindan fáa frið, tá hann ger eitt mistak.
Tað, sum er spennandi næsta árið er, hvørt samgongan og samgonguflokkarnir megna at taka aftur almennu samrøðuna og fáa okkum at gloyma hjálparleysu leiðsluna av landi okkara.
Mett út frá atburðinum hjá Beini Johannesen seinastu 3 árini, so heldur hann seg kúrran í mun til samgonguflokkarnar, meðan hann fyrireikar seg til komandi løgtingsvalið.
Tí at, samstundis sum tað ikki loysir seg at órógva fíggindan meðan hann ger eitt mistak, so er tað av alstórum týdningi at verða væl fyrireikaður, áðrenn farið verður í stríð.
Comments