Orkuskiftið kemur ikki av ongum. Saman við Orkuskiftinum hava vit ment eina kampagnu, sum hevur til endamáls at lýsa grønu valini hjá brúkaranum.
Saman við Dávur Djurhuus og Rógva Rasmussen gjørdu vit tvær lýsingar. Onnur setti sjóneykuna á tað grøna valið yvirornað, meðan snúði seg um elbilin kontra tann vanliga bilin.
Tveir kunningarfilmar lýstu gerandisdagin hjá vanligum føroyingum við grønu orkuloysnunum. Í Klaksvík hevur Erik Biskopstø fingið sær elbil á sama hátt, sum Maud Wang Hansen í Nólsoy.