Faroe Ship fylti 100 ár 23 . februar í 2019. Í tí sambandi skipaði felagið fyri einari rimmar føðingardagsveitslu í Svarta Pakkhúsið á Molanum. Content savnaði saman tilfar um tey 100 árini, var partur av samskipanini av veitsluni, framleiddi tveir filmar til veitslukvøldið og syrgdu fyri at allir gestirnir í stóra pakkhúsinum fingu fylgt við tí sum gekk fyri seg á pallinum umvegis stórskermarnar.
February 23, 2016